Skráseting av djórum

Prísurin fyri eina skráseting er eitt eingangsgjald á 100 DKK við MVG.

Ynskir tú at skráseta eitt djór, skalt tú melda teg til sum brúkara. Tá tú hevur meldað teg til og góðtikið treytirnar, fært tú ein teldupost sendandi. Hendan teldupostin skalt tú vátta. Tá telduposturin er váttaður, kanst tú skráseta eitt ella fleiri djór. Um djórið doyr, ber til at strika djórið.
Skiftir djórið eigara, kann fyrrverandi eigari flyta djórið til nýggjan eigara. Tískil kann skrásetingin eisini nýtast hjá alarum til at skráseta hvølpar, áðrenn teir fara í nýggj heim.

Chipmerking

Chipmerking er ein tryggleiki, um djórið verður burtur.
Chipmerking fer fram hjá djóralækna. Merkingin er ikki pínuelvandi og kann gerast uttan doyving. Chipmerking verður gjørt við einari nál, sum inniheldur eitt microchip (microtranspondara). Microchippið hevur eitt serstakt nummar við 15 talteknum. Einki djór fær sama nummar, og merkingin er tískil eintýdd. Microchippið verður innsproytað undir húðina á vinstru síðu í nakkanum á djórinum og kann síðani verða lisið við einum chiplesara.
Tá djórið er merkt, kann tað skrásetast hjá Djóraskráseting Føroya. Chipnummarið kann verða lisið av øllum, sum hava ein lesara. Hetta eru djóralæknar, Djóraverndarfelagið, løgreglan og kommunur.

Fyrimunir við at skráseta djórið hjá Djóraskráseting Føroyar

Tá djórið er chipmerkt, kann tað skrásetast hjá Djóraskráseting Føroya. Tað eru nógvir fyrimunir við at skráseta djórið í einum felags datastovni. Størsti fyrimunurin er tryggleikin fyri bæði djór og eigara.
Fyrimunir við at merkja og skráseta djór eru m.a., at djórið fær eitt sermerkt eyðmerkingarnummar, sum bert hetta djórið hevur. Verður djórið burtur ella kemur til skaða, er lættari at fáa samband við eigara hjá bæði djóralæknum og kommunum, um djórið er skrásett hjá Djóraskráseting Føroya. Stutt sagt, so ger skrásetingin lívið tryggari hjá djórunum.
Føroyskir djóraeigarir eru raskir at merkja djórini, men higartil eru merkt djór bert skrásett hjá tí djóralækna, sum hevur merkt tey, og hvørki kommuna, politi ella djóraverndarfelag hava havt atgongd til skrásetingina. Hetta hevur verið ein stórur ein trupulleiki, serliga í úrtíð og vikuskiftum. Verður djórið skrásett á Djóraskráseting Føroya, kunnu bæði djóralæknar, løgreglan, djóraverndarfelagið og tilmeldaðar kommunur leita eftir eigarum. Harvið kunnu burturblivin djór koma skjótari heim aftur til eigara sín.

  • Størsti fyrimunurin er tryggleikin fyri bæði djór og eigara.
  • Burturblivin djór koma skjótari heim aftur til eigaran.
  • Tað verður lættari at finna eigara á burturblivnum djórum.
  • Eingin ivi er um ognarviðurskifti hjá djórinum.
  • Trupulleikar við leysum hundum og villkøttum kunnu minka.
  • Chipmerking er gott, um tú hevur chipstýrda kettulúku. Hervið sleppur bert tín ketta inn og ikki fremmandar kettur.

Um Djóraskráseting Føroya

Djóraskráseting Føroya er ein datastovnur og leitimaskina fyri merkt djór. Hugskotið til djóraskráseting stavar frá, at eg til dagliga arbeiði sum djóralækni. Her havi eg í fleiri ár upplivað ein stóran tørv á einum felags datastovni fyri merkt djór. Í londunum kring okkum finnast tílíkir datastovnar, og nógvastaðni er skráseting av djórum lógarkrav.
Í mínum starvi sum djóralækni upplivi eg javnan, at burturvilst og skadd djór ikki altíð fáa neyðugu viðgerð, tí tey ikki eru merkt ella skrásett, og av hesu orsøk ber ikki til at fáa fatur á eigaranum. Mítt ynski er tí, at øll djór í Føroyum verða merkt og skrásett, so at tað gerst tryggari at vera djór í Føroyum.
Hesi kunnu fáa upplýsingar í datastovninum:

  • Løgreglan
  • Kommunur
  • Djóraverndarfelagið
  • Djóralæknar
Djóraeigarir kunnu bert síggja og rætta upplýsingar um seg sjálvan og teirra djór.