Við at skráseta teg á Djóraskráseting Føroya, gongur tú við til, at myndugleikar og viðkomandi feløg fáa atgongd til tínar upplýsingar. Hesi kunnu so seta seg í samband við teg, um eitt djór, sum tú hevur skrásett, verður funnið.
Hesi kunnu fáa upplýsingar í datastovninum: Løgreglan, kommunur, djóraverndarfelagið, djóralæknar.
Tú kanst til eina og hvørja tíð velja at strika tín brúkara og harvið taka samtykkið aftur. Velur tú at strika tín brúkara á Djóraskráseting Føroya, verða allir upplýsingar strikaðar.