Treytir

Prísur
Ein skráseting hjá Djóraskráseting Føroya kostar 100,00 DKK.

Allir prísir eru við meirvirðisgjaldi. Gjaldoyra er DKK.

Handilstreytir
Tá tú hevur keypt á heimasíðuni hjá Djóraskráseting Føroya, fært tú ein sjálvvirkandi teldupost við kontuupplýsingunum, har peningurin skal flytast á. Tá peningurin er móttikin, fært tú ein teldupost við einari kvittan uppá gjaldingina og djórið verður endaliga skrásett.

Gjalding
Skrásetingar verða goldnar elektroniskt við bankaflyting. Kontuupplýsingar verða sendar við telduposti, tá eitt djór er skrásett.

Iðranarrættur
Iðranarrættur (fortrydelsesret) er galdandi í 14 dagar frá, at kundin hevur skrásett djórið. Ynskir tú at iðra keypið, skalt tú seta teg í samband við Djóraskráseting Føroya.

Privatlívspolitikkur

Persónsupplýsingar
Djóraskráseting Føroya viðger persónsupplýsingar eftir persónsdatalógini. Við at skráseta teg á Djóraskráseting Føroya, gongur tú við til, at myndugleikar og viðkomandi feløg fáa atgongd til tínar upplýsingar. Hesi kunnu so seta seg í samband við teg, um eitt djór, sum tú hevur skrásett, verður funnið.

Hesi kunnu fáa upplýsingar í datastovninum: Løgreglan, kommunur, djóraverndarfelagið, djóralæknar.

Tú kanst til eina og hvørja tíð velja at strika tín brúkara og harvið taka samtykkið aftur. Velur tú at strika tín brúkara á Djóraskráseting Føroya, verða allar upplýsingar strikaðar.

Cookies
Á heimasíðu okkara nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Ein cookie er ein lítil fíla, sum verður goymd á einari teldu, teldli ella snildfon fyri at minnast teg og tína eind. Tú kanst altíð strika cookies á tínum kagara

Samband

Djóraverndarfelagið
dvf@dvf.fo